Stovna føroyskt Kendo-felag

Ætlandi verður nú sett á stovn felag, har limirnir fáa møguleika at læra japanska samurai-fikting

Kendo

 

Í skrivi sigur Dansk Traditionel Kendo Forbund, at tey nú leita eftir persónum, sum kunnu vera við til at stovna eina føroyska deild av felagnum.

Kendo er japansk fikting, sum hevur sínar røtur í samurai-siðvenjuni. Og við at stovna eina føroyska deild er ætlanin at stovna eina føroyska deild, sum kann víðka um útbreiðsluna av ítróttini.

Í skrivinum verðu at enda sagt, at føroyingar, sum hava áhuga í at stovna eina føroyska deild, eru væl komnir at venda sær til danska felagið. Upplýsingar um felagið kunnu annars síggjast á www.kendo-dk.org.