Stovna føroyskt felag fyri fríari fosturtøku

Hesa seinastu tíðina er spurningurin um fosturtøku í Føroyum drigin fram aftur í almenna kjakinum og spurningurin verður ikki minni viðkomandi á ólavsøku, tá ið føroyskir myndugleikar yvirtaka málsøkið, frá donskum myndugleikum. Sostatt yvirtaka vit eisini løgfrøðiliga ræðið á økinum og kunnu gera okkara egna fosturtøkulóg.

 

Og nú fara tey, sum eru fyri fríari fosturtøku í Føroyum at stovna felag, ið tey nevna Frítt Val. Stovnandi aðalfundurin verður í Perluno í Havn fríggjakvøldi, har tey, sum taka undir við fríari fosturtøku eru vælkomin. 

 

Fyrireikaranir siga, at tey, sum taka undir við Fríum Vali, siga, at tey byrjaðu arbeiðið til frama fyri fríari fosturtøku fyri einum sløkum ári síðani, men tá var talan um eina fólkarørsla.

 

Síðani tá er rørslan vaksin nógv, og ein av stigtakarunum, Maria Lyager, sigur í eini fráboðan í dag, at nú er tíðin búgvin at stovna eitt beinleiðis felag. Og tað fara tey at gera fríggjakvøldið, tá ið stovnandi aðalfundur verður í Perluni í Havn. 

 

Tey siga, at tey stuðla eini tilgongd fram ímóti einum samfelagi, har kvinnur sjálvar hava ræðið á egnum kroppi, og har hvør einstøk kvinna hevur einarætt til at taka avgerðir um mál, ið beinleiðis ávirka likam og lív hennara. Og sum ein part av hesum halda tey, at tað er kvinnan einsamøll sum skal gera av, um hon vil fáa fosturtøku, ella ikki 

 

Á stovnandi aðalfundinum verður bæði sangur og tónleikur, og har fara Karin Kjølbro og Sonja Jógvansdóttur at halda røðu.