Seinastu 37 árini hevur eitt av aðalmálunum hjá Djóraverndarfelagnum verið at seta á stovn eitt internat. Í 2011 kom rættiligt glið á, tá ið Turid Christophersen fór undir at skipa og tilrættaleggja verkætlanina - ikki minst at finna stuðlar, ið kundu fíggja.
Djóraverndarfelagið eigur í løtuni eina verkætlan um djóraheim, men tá Turid Christophersen og Rúni Nielsen, ið hava staðið á odda fyri verkætlanini, eftir aðalfund hjá Djóraverndarfelagnum ikki longur eru í nevndini hjá felagnum, var ein upplagdur møguleiki at býta arbeiðsbyruna innan djóravernd í Føroyum í tvey, og á tann hátt fáa enn meira burturúr.
Arbeiðsbyran hjá Djóraverndarfelagnum er stór, og ikki minst fíggjarliga tung, tí hevur ein tílk verkætlan nú betri møguleika at verða veruleiki innan fá ár.
Felagið Føroysk Djóraheim kemur at gera verkætlanina av nýggjum við sama áræði og kunnleika, ið var nýttur til verkætlanina í Djóraverndarfelagnum. Verkætlanin kemur at leggja dent á, at djóraheimið rúmar øllum óynsktum djórum og djórum, ið eru tilyvurs í Føroyum.
Miðað verður ímóti at skapa eitt heim, har ið djórini trívast væl, til tey fara í nýtt heim.
Samskiparar nýggja felagsins ynskja Djóraverndarfelagnum blíðan byr við tí megnaruppgávu, ið liggur fyri framman, og vóna at Djóraverndarfelagið og teirra limir fara at taka væl ímóti hesum nýggja felagum og verkætlanini, sigur Djóraverndarfelagið í tíðindaskrivi.