Stovnandi aðalfundurin verður í Manhattan í Havn, og aftaná fara fjeppararnir saman at hyggja at, hvussu Arsenal stendur seg ímóti »arvafíggindunum« úr Tottenham.
Sum øll hini stóru fótbóltsfeløgini í Onglandi, hevur Arsenal eisini nógv viðhaldsfólk í Føroyum, og nú verður so langt um leingi tikið stig til at savna hesi í eitt føroyskt fjepparafelag, ið ætlandi skal fáa góðkenning frá sjálvum móðurfelagnum, Arsenal Football Club í London.
Fær felagið neyðugu viðurkenningina, fylgir ymiskt við, so sum rætturin at selja Arsenal-skreytlutir, umframt at tað helst verður munandi lættari at fáa atgongumerki til heimadystir hjá Arsenal, so eitt nú føroysk Arsenal-ferðaløg kunnu fara til Emirates-leikvøllin í London at síggja liðið spæla.
Tað er kanska ikki heilt av tilvild, at fyrireikararnir hava valt júst henda dagin, tí klokkan 12.45 er stóra London-uppgerðin á skránni, tá Arsenal vitjar »arvafíggindarnar« úr Tottenham. Hetta er ein av teimum dystunum, Arsenal-fjepparum dámar allarbest at vinna, so tí er vónin, at bara hetta agnið kann lokka áhugað at møta á stovnandi aðalfundinum.
Í uppskotinum til viðtøkur fyri Arsenal Føroyar verður millum annað sagt, at »allir føroyingar ella fólk búsitandi í Føroyum, sum halda við Arsenal, kunnu gerast limir í felagnum«. Somuleiðis verður lagt upp til at velja nevnd við trimum nevndarlimum og tveimum tiltakslimum, ið skal stjórna nýggja felagnum.









