Yvir 30 bátaeigarar í Gøtu høvdu mikukvøldið leitað sær á fund í Glyvra Hanusar húsum at taka stig til stovnan av einum bátafelag. Ein 3-manna nevnd - Tummas Thomsen, Janus Joensen og Atli Hansen - var vald at fyrireika og kalla inn til stovnandi aðalfund sum skjótast.
Í løtuni eru umleið 50 bátar í bátahylinum í Gøtu. Av tí at bátarnir, sum eru komnir afturat í seinastuni, eru alsamt størri gerst eisini meira trongligt í hylinum. Eitt endamál við at seta eitt bátafelag á stovn er at samarbeiða við Gøtu Kommunu um at loysa henda trupuleika.
Samstundis er eisini farið undir at smíða eitt »undirhús«. Gøtu Kommuna hevur latið ein part av gama Kajhúsinum til endamálið saman við nakað av tilfari. Ætlanin er so, at tað skal setast í stand av limunum. Martin Juul Jarnskor stendur fyri hesum tiltakinum.









