- Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár vóru gistingarnar í ferðavinnuni tilsamans 136.000. Tað eru stívliga 14.000 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur á 12%.
Tað skrivar Hagstova Føroya á teirra heimasíðu í dag.
Størsti vøksturin í talinum av gistingum, um 4.000 gistingar, stavar frá fólki búsitandi í Føroyum. Síðani um 2.600 frá fólki úr Danmark, um 2.000 frá fólki úr Bretlandi og 1.800 frá fólki úr Norðuramerika.
Flestu ferðafólkini eru fólk, ið búgva í Danmark. Tey eiga 33 prosent av gistingunum. Harnæst eru tað fólk búsitandi í Føroyar, ið hava næstflest gistingar, tað er 24 prosent. Evropeisk lond uttanfyri Føroyar eru 21 prosent av gistingunum, meðan 16 prosent av gistingunum koma frá fólkum, ið búgva í øðrum Norðurlondum enn Danmark og Føroyar.