Í síðstu viku boðaði Vága Floghavn frá einum stórum vøkstri av ferðafólkum, ið brúka Vága Floghavn. Sami tendensur sæst í seinastu tølunum frá Hagstovu Føroya, ið vísa, at ein stórur vøkstur er í gistingum í føroysku ferðavinnuni fyrra hálvár í ár.
Fyrra hálvár í ár vóru tilsamans 66.569 gistingar, ið eru 9.247 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Í prosentum er talan um ein vøkstur á sekstan prosent. Hagstovan staðfestir samstundis, at vøksturin fyrra hálvár í ár, er størri enn vøksturin fyri alt árið frá 2013 til 2014, ið var 7.014 gistingar, svarandi til 5%.
Ikki óvæntað, so pyntar tað nógv á hagtølini, at ferðafólk streymaðu til Føroyar at uppliva sólarmyrkingina í mars, men eisini í apríl, mai og juni var ein munandi vøkstur í talinum av gistingum.
Av teimum ferðafólkunum, ið koma til Føroyar, búgva 78 prosent á gistingarhúsum, 14 prosent í íbúðum ella húsum, 5 prosent á kampingplássum og 3 prosent sum ból og biti.
Hagstovan lýsir eina gisting sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, sum skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping og ból og bita.