Stórur vøkstur á Húsum og í Skúvoy

Skattainntøkan í hesum báðum kommununum er higartil í ár vaksin við knappliga 25 prosentum

Verður mett út frá skattainntøkuni tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, so siga tølini, at tað gongur rættiliga væl í Húsa kommunu og í Skúvoyar kommunu.

Í Húsa kommunu, sum fevnir um bygdirnar Húsar og Syðradal, er skattainntøkan í tíðarskeiðnum januar-oktober í ár 24,27 prosent størri í ár, enn hon var tað sama tíðarskeið í fjør.

Sama tíðarskeið í ár er skattainntøkan í Skúvoyar kommunu 24,76 prosent størri, enn hon var tað sama tíðarskeið í fjør.

Í Húsa kommunu er skattainntøkan higartil í ár 1.206.416 krónur ella 235.650 krónur hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Í Skúvoyar kommunu er skattainntøkan higartil í ár 954.669 krónur ella 189.477 krónur hægri enn sama tíðarskeið í fjør.

Lutfalsliga er framgongdin nógv størst í hesum kommunum. Bara í einari aðrari kommuna er inntøkan hækkað við tvísifraðum prosenttali. Tað er á Viðareiði, har hækkingin er 18,16 prosent. Í ár er inntøkan á Viðareiði tíggju teir fyrstu mánaðirnar 7.389.052 krónur, sum er 1.135.533 krónur hægri enn sama tíðarskeið í fjør.