Stórur vøkstur á Eiði

Tølini siga, at tað eisini gongur rætta vegin í Sunda kommunu

Sambært uppgerð hjá TAKS er Eiðis kommuna tann, sum í 2015 átti lutfalsliga triði størsta vøksturin í kommunuskatti sammett við undanfarna árið. Á Viðareiði var vøksturin 12,11%, í Klaksvík var hann 11,94%, og á Eiði var vøksturin 11,10%.

Tað runnu 2.033.474 krónur fleiri í kommunukassan á Eiði í skatti í 2015 enn í 2014. Skattainntøkan í fjør var 20.346.202 krónur, meðan hon í fyrraárið var 18.312.728 krónur.

Bæði í 2015 og 2014 var skattaprosentið í Eiðis kommunu, sum umframt Eiði fevnir um Ljósá og Svínáir, 20,75.

 

Tá ið bygdaráðið arbeiddi við fíggjarætlanini fyri 2016 varð samtykt, at borgararnir skuldu fáa ágóða av, at talan er um stóran inntøkuvøkstur. Tí varð skattaprosentið lækkað niður í 18,75.

 

Talan var um vøkstur allar mánaðirnar uttan í mai, tá ið skattainntøkurnar vóru 2,52% lægri enn undanfarna mai mánað. Størsti vøksturin var í februar, tá ið hann var 19,34%. Aðrir mánaðir, tá ið talan var um heilt stóran vøkstur sammett við sama mánað árið fyri vóru juni 11,93%, juli 14,61%, august 16,19%, september 13,89%, oktober 10,75%, november 11,05% og í desember 16,25%.

 

 

Grannakommuna hjá Eiðis kommunu er Sunda kommuna, sum fevnir um bygdirnar Gjógv, Norðskála, Oyri, Oyrarbakka, Langasand, Haldórsvík, Saksun, Tjørnuvík, Streymnes, Hvalvík og Hósvík.

Skattainntøkurnar í Sunda kommunu eru stívliga hálva triðju ferð so stórar sum í grannakommununi fyri norðan. Í krónum var vøksturin størri frá 2014 til 2015, enn hann var í Eiðis kommunu, og lutfalsliga var vøksturin minni.

 

Samanteljingin hjá TAKS sigur, at lutfalsligi vøksturin í 2015, tá ið sammett verður við 2014, var 7,65% ella 3.804.850 krónur. Í fjør var kommunuskatturin í Sunda kommunu 53.525.344 krónur. Í 2014 var hann 49.720.494 krónur.

Skattaprosentið í Sunda kommunu var bæði í 2015 og 2014 21,5%, og í 2016 er skattaprosentið eisini 21,5.