Stórur talvdagur í Klaksvik

Dupult umfar í bestu deildini verður leygardagin í Ósáskúlanum

Tað verður stórur talvdagur í Klaksvík leygardagin. Øll seks feløgini í bestu deildini eru stevnd saman í Skúlanum við Ósánna, har tvey umfør eru á skránni.

Klokkurnar verða fyrru ferðina settar í gongd klokkan 10.00, tá ið triðja umfar er á skránni, og klokkan 16.00 verður fjórða umfar telvað.

Í triðja umfari hittast liðini soleiðis: Sandavágur – Klaksvík 2, Toftir – Klaksvík 1 og Havnin – Vestmanna.

Í fjórða umfari sær skráin soleiðis út: Klaksvík 2- Vestmanna, Klaksvík 1 – Havnin og Sandavágur – Toftir.

Eftir dupultumfarið leygardagin verður steðgur í landskappingini fram til 12. januar 2014.

Støðan eftir tvey umfør er henda: Klaksvík 1 6 ½, Sandavágur 5, Havnin 4 ½,  Toftir 3 ½ , Vestmanna 3 og Klaksvík 2 1 ½ stig.