Fyrsta umfar í kappingini um løgmanssteypið er á skránni hetta vikuskiftið. Sjey dystir eru í dag, og í morgin verður tann síðsti, sum er grannauppgerðin í Gundadali millum HB og B36.
Innleiðandi umfarið var 15. mars, tá ið Giza/Hoyvík vann 2-0 á B71 og tá ið Undrið vann 2-1 á MB.
Undan fyrsta umfari er tað greitt, at tvey feløg í bestu deildini nú beinanvegin verða varpað úr kappingini. Hetta kemst av, at lutakastið lagaði tað soleiðis, at umframt HB og B36 verður ein uppgerð aftrat millum feløg í bestu deildini. Steypavinnararnir tvey tey seinastu árini, Víkingur, fáa vitjan av Skála.
Lutakastið til fyrsta umfar lagaði seg soleiðis, at í seks av uppgerðunum er tað felag úr bestu deildini, sum skal dystast við felag í lægri deild. Harvið er talan um greiðar favorittar.
EB/Streymur skal spæla ímóti Giza/Hoyvík, sum spælir í 2. deild, B68 skal spæla ímóti Royn, sum spælir í 3. deild, og ÍF skal spæla ímóti Undrið, sum spælir í 2. deild. Tað er lítið sannlíkt, at nakað av feløgunum í 2. og 3. deild skal gera nakað við liðini í Effo-deildini. Men talan er um steypakapping, og tá er møguleiki fyri tí mest óvæntaða.
Tað má eisini roknast við, at AB er favorittur ímóti TB, sum er í 1. deild.
Í uppgerðini millum havnarfeløgini er tað greitt, at HB skal hava annan málverja. Teitur M. Gestsson varð so mikið illa skaddur síðsta sunnudag ímóti KÍ, at hann ikki verður førur fyri at spæla. Heðin Stenberg er leigaður av Argjum og heim um ánna at hjálpa HB.
Tað er eisini greitt, at miðverjin Jonas Flindt Rasmussen ikki verður á KÍ liðnum ímóti 07Vestur. Jonas sá reytt ímóti HB, og ásetingarnar siga, at leikbann fyri reytt kort er galdandi í næsta dysti. Umframt nýggjan mann í miðverjuna, har tað væl kann hugsast, at Ísak Simonsen fær høvi at royna seg, so fáa fleiri aðrir á KÍ beinkinum høvi at royna seg. Heðin Klakstein, Álvur F. Christiansen og Atli Danielsen eru ikki tøkir. Ivasamt er eisini, um Páll A. Klettskarð verður førur fyri at spæla.
Hjá Víkingi er miðvallarin Hans Jørgen Djurhuus tøkur aftur, eftir at hann tvey tey seinastu umførini hevur verið leikbannaður í landskappingini.
Leygardagin
Giza/Hoyvík-EB/Streymur: Johan Petur Michelsen kl. 17.00
FC Suðuroy-NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
B68-Royn: Bent Tommy Linklett kl. 16.00
AB-TB: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
ÍF-Undrið: Rúni Gaardbo kl. 18.00
KÍ-07Vestur: Rói Jacobsen kl. 17.00
Víkingur-Skála: Páll Augustinussen kl. 15.00
Sunnudagin
HB-B36: Dagfinn Forná kl. 15.00