Stórur spenningur um valið í Bretlandi

Tjóðartingsval er í Bretlandi í dag, og stórur spenningur er um valúrslitið, men ikki minst um, hvør megnar at tryggja sær ein meiriluta og stjórnarvaldið í størsta grannalandi okkara næstu fýra árini.

Tað stendur mestsum á jøvnum millum teir báðar størstu flokkarnar, Tey Konservativu og Arbeiðaraflokkin, sum ikki einsamallir kunnu fáa meirilutan, men mugu hava hjálp frá øðrum fyri at skipa stjórn.

Jóannes Vitalis Hansen er føroyskur sendimaður í London, og tí er hann eisini mitt í rokanum, sum nú er á sjálvum valdegnum í Bretlandi.

- Tað merkist væl, at valdagur er í Bretlandi í dag, sigur sendimaðurin, ið er spentur og ætlar sær at fylgja við sjálvur í kvøld og kanska nakað út á náttina.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Jóannes Vitalis Hansen.