Í kvøld eru aftur tvær av fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League. Í báðum førum er talan um spennandi uppgerðir. Verandi vinnararnir úr Real Madrid fáa vitjan av Chelsea, meðan tað er italsk uppgerð á San Siro, har AC Milan og Napoli bresta saman.
Real Madrid – Chelsea (20.00)
Hetta er ein endurtøka av fjórðingsfinaluni í fjør. Tá vann Real Madrid 5-4, eftir at hava verið við undirlutan. So tóku menn sum Karim Benzema og Luka Modric yvir. Tað er einki eldir síðani og eru við aftur í kvøld.
Real Madrid hevur verið í einum lítlum aldurdali í La Liga, men við 4-0 sigri á Camp Nou móti FC Barcelona í steypakappingini og einum tryggum samanløgdum sigri á Liverpool í 1/8 finaluni í Champions League eru tekin um, at kongafelagið í Madrid er til reiðar til uppgávuna.
Chelsea er í kreppu, sjálvt um fealgið hevur spælarar inn fyri fleiri milliardir krónur í vetur. Frank Lampard er nýggjur venjari, men hóast liðið ikki megnar at vinna ein dyst í Premier League, so er talan um ein tann sterkasta hópin í Evropa. Fyrr ella seinni fara teir at syngja sama lag.
Væntaðar uppstillingar:
Real Madrid: Courtois; Carvajal, Éder Militão, Rüdiger, Camavinga; Modrić, Tchouameni, Kroos; Valverde, Benzema, Vinícius Júnior
Skaddur: Mendy
Chelsea: Kepa; James, Fofana, Koulibaly, Chilwell; Kanté, Kovaćič, Enzo Fernández; Sterling, Havertz, João Félix
Skaddur: Broja, Azpilicueta, Thiago Silva
AC Milan – Napoli (20.00)
Søguliga er AC Milan eitt størri felag enn Napoli. Teir reyðu og svørtu úr norðuritalska býnum Milano hava vunnið Champions League sjey ferðir, men í ár er Napoli omaná. Í Seriu A eru 22 stig á munin millum hesi feløgini og tað er ongin ivi um, at Napoli vinnur sítt fyrsta meistaraheiti síðani 1990, tá Diego Maradona ráddi fyri borgum
Tí skuldi Napoli eisini verið favorittur at komi víðari, men ein innanhýsis dystur í landskappingini fyri nøkrum vikum síðani, hevur sett spurnartekin við favorittleiklutin. AC Milan vann nevniliga 4-0 á Diego Armando Maradona leikavøllinum í Napoli. Hartil eru gestirinir úr suðuritalia uttan sterka málskjúttan Victor Osimhen.
Hjá AC Milan er stóra vónin Rafael Leão. Vinstri vongurin úr Portugal gjørdi lívið súrt hjá Napoli seinast liðini møttust. Hjá gestunum eitur stjørnuskotið Khvicha Kvaratskhelia. 22 ára gamli vongurin úr Georgia verður eisin nevndur ”Kavardona” og tað er ikki uttan orsøk, at hann verður settur í samband við Diego Maradona sjálvan.
Væntaðar uppstillingar:
AC Milan: Maignan; Calabria, Tomori, Kjær, Theo Hernández; Tonali, Krunić, Bennacer; Diaz; Leão, Giroud
Napoli: Meret; Di Lorenzo, Kim, Rrahmani, Mario Rui; Lobotka, Anguissa, Zielinski; Lozano, Raspadori, Kvaratskhelia
Ikki við: Osimhen, Simeone