Stórur spenningur í 2.deild

Meðan spenningurin um fremstu plássini í bestu og næstbestu deildini tykist horvin, er stórur spenningur í triðbestu deildini

Meðan spenningurin um fremstu plássini í bestu og næstbestu føroysku deildini er so gott sum farin, er stórur spenningur hinvegin um fremstu plássini í triðbestu føroysku deildini.

 

Triðbesta liðið hjá KÍ, sum ikki kann flyta upp, liggur í løtuni á fremsta plássinum í 2.deild. Hini trý feløgini, sum berjast í oddinum, kunnu hinvegin øll flyta upp. Annað liðið hjá HB liggur sum nummar tvey, bert eitt stig aftanfyri KÍ, meðan Giza/Hoyvík og TB liggja ávíkavíst á triðja og fjórða plássi, jøvn í stigum.

 

Sum støðan er í løtuni, bendir nógv á at næstbesta liðið hjá HB kemur at flyta upp í 1.deild aftur. Teir hava á pappírinum tveir dystir, har teir eru favorittar til báðar dystirnar.

 

Størri spenningur tykist at vera um hitt uppflytaraplássið. Giza/Hoyvík og TB berjast um tað plássið, og júst tey bæði liðini møtast innanhýsis í vikuskiftinum í einum dysti, sum verður spældur við Stórá í Trongisvági.

Á liðunum hjá bæði Giza/Hoyvík og TB eru eisini leikarar, ið áður hava verið markantir profilar í bestu deildini. Hjá Giza/Hoyvík slepst ikki undan at nevna teir báðar útlendingarnar, Ahmed Keita og Evrard Blé, meðan fyrrverandi liðskiparin á føroyska landsliðnum, Óli Johannesen spælir við TB. Nevnast kann eisini, at Óli Johannesen í teimum 12 dystunum, sum hann hevur leikt í deildini í ár, hevur skotið ikki færri enn 17 mál, sum er 1,42 mál pr dyst.

 

Í hinum endanum stríðast ÍF, EB/Streymur og B68 um at sleppa undan niðurflyting, meðan triðbesta liðið hjá Víking longu er flutt niður í 3.deild.

 

Tvey umfør eru eftir at leika í 2.deild.

 

Stigatalvan í 2.deild sambært faroesoccer.com eftir 16 umfør:

1.     KÍ (Triðbesta lið) – 33 stig

2.     HB (Annað lið) – 32 stig

3.     Giza/Hoyvík – 31 stig

4.     TB (Annað lið) – 31 stig

5.     B36 (Triðbesta lið) – 24 stig

6.     Royn – 20 stig

7.     ÍF (Annað lið) – 17 stig

8.     EB/Streymur (Annað lið) – 16 stig

9.     B68 (Annað lið) – 16 stig

10.   Víkingur (Triðbesta lið) – 5 stig