Fótbóltshýrurin í Fraklandi er ikki góður í kvøld. Eftir útidystin í Ukreina er sannlíkið stórt fyri, at Frakland ikki verður partur av HM endaspælinum í Brasil næsta summar. Um tað skal eydnast Fraklandi at taka atgongumerkið frá Ukreina, so er neyðugt at vinna við trimum málum týskvøldið, tá ið liðini hittast í Fraklandi.
Í kvøld skoraði Ukreina, sum bara eina ferð áður hevur luttikið í endaspæli, tvey mál í 2. hálvleiki. Longu síðstu løtuna undan steðginum hevði heimaliðið rættuliga gott tak á spælinum, og í fleiri førum spældu heimamenninir seg til góðar møguleikar ímóti ikki væl upplagda Fraklandi.
Fyrra málið skoraði Roman Zozulya eftir framúr einmansavriki, ta ið ein hálvur tími var eftir, og seinna málið skoraði Andriy Yarmolenko við brotssparki, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.
Serliga seinna málið var sum vátur vøttur í andlitið á fraklendingunum. Eftir at heimaliðið hevði fingið hol á, var meiri ferð á gestunum, og eitt nú Samir Nasri og Franck Ribery vóru tætt við.
2-0 til Ukreina sum undan uppgerðini í Fraklandi týskvøldið hevur buktina og báðar endarnar.
Laurent Koscielny varð vístur av vøllinum í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, so hann verður ikki á franska liðnum týskvøldið.










