Stórur skaði á Læraraskúlanum

Óbodnir gestir hava veri inni, sigur løgreglan

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at stórur vatnskaði hevur verið á Læraraskúlanum á Frælsinum. Løgreglan sigur, at talan er um stóran skaða í minst tveimum av lonunum á Læraraskúlanum.

 

Vakmyndatól eru á skúlanum. Og tá ið løgreglan hugdi at upptøkunum, sóu tey, at fólk høvdu verið inni, og tað er alt, sum bendir á, at tað eru tey, sum hava skrúvað frá.

 

Men løgreglan sigur, at talan er um børn undir 15 ár, og løgreglan hevur verið í samband við tey. Men tá ið tey eru so ung, er tað sum so ikki longur eitt mál fyri løgregluna.