Stórur sigur á Lichtinstein

Talvlandsliðið vann fyrrapartin 3 ½ - ½, og nú telva teir ímóti Jersey

Tað gongur strúkandi hjá føroyska talvlandsliðnum, sum í hesi vikuni luttekur í Small Nations kappingin í Monaco.

Í dag eru bæði triðja og fjórða umfar á skránni. Í fyrra umfarinum var mótstøðuliðið Lichtinstein, og har eydnaðist føroyingunum at vinna trivaligan sigur. Úrslitið var 3 ½ - 1/2 . Í dag slapp Høgni Egilstoft Nielsen upp í part, og hann sveik ikki, tá ið álit varð víst honum. Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Høgni E. Nielsen vunnu, og talvið hjá John Arna Nilssen endaði javnt. Olaf Berg var ikki við í 3. umfari.

Í løtuni telva Føroyar ímóti Jersey. Í hesum umfarinum hvílir John Rødgaard seg.