Stórur partur í landinum mist streymin

Fyri løtu síðani fór streymurin, men SEV væntar ikki, at tað verður leingi

Streymurin fór um tað mesta av landinum fyri eini løtu síðani

 

Tey, sum hava streym eru suðuroyingar, vesturbýurin í Havn, Vágar, ein partur av Norðurstreymoy og ein partur Av Eysturoy.

 

Finn Jakobsen hjá SEV metir, at tað eru linjurnar, sum eru brostnar saman í vindinum og so hevur skammlop fingið motorarnar at steðga.

 

Hann sigur, at arbeitt verður við at starta teir aftur og hann væntar ikki at tað verður so leingi til streymurin kemur aftur.