Bretska kringvarpið hevur gjørt eitt hagtalsyvirlit, sum vísir hvussu nógv betri norðurírska fótbóltslandsliðið er í dag í mun til liðið teir høvdu í seinastu EM-undankapping, tá teir m.a. spældu javnleik 1-1 ímóti Føroyum.
Og myndin við hagtølunum talar sítt týðiliga mál, at Norðurírland við Michael O´Neill á odda er eitt munandi betri lið enn liðið teir høvdu undir leiðslu av Nigel Worthington.
Við heimasigri á Ungarn mánakvøldið vinna norðurírar seg í sítt fyrsta EM-endaspæl nakrantíð, og sitt fyrsta endaspæl síðani HM-endaspælið í Meksiko í 1986.









