Stórur Neistadagur í miðbýnum í Havn

.

Grækaris Djurhuus Magnussen


Tað verður Neistin, ið fer at eyðkenna miðbýin í Havn leygardagin.

Dagurin byrjar við barnahondbólti á Skálatrøð. Kappingin er fyri børn í 2.- og 3. flokki, og Neistin væntar, at luttakarar verða úr allari Streymoynni.

Millum klokkan 10.00 og 11.30 ber til hjá øllum børnum at verða avmyndaði saman við kendum føroyskum ítróttarmonnum sum Jan Dam og Julianni Johnson. Teir stilla upp í B36- og HB-búnum.

Klokkan 10.40 til 10.50 fara teir báðir at hava lítla kapping sínámillum, har teir fara at ?jonglera³ við bólti, og skjóta upp á mál.


Loppumarknaður o.a.

Klokkan 10.00 byrjar loppumarknaður við leikum og klæðum, eisini ítróttarklæðum. Samstundis verður mat- og køkutombola, kaffi- og køkusøla, tónleikur og bátatúrar.

Tónleikinum standa Dánjal á Neystabø, Hallur Johannesen, Hans Ravnsfjall, Halgir Arge, Mikael Black, Rókur Jacobsen og Áki E. Petersen, fyri.

Bátatúrarnir verða gjørdir við maskinbáti, og haðani ber til at síggja Havnina frá sjónum.

Hesin serligi Neistadagurin endar við Jóansøkudansi í Gundadalshøllini. ARIA úr Klaksvík fer at spæla saman við orkestri úr Havn.

Peningurin, ið kemur inn hendan dagin, fer til raksturin hjá Neistanum, serliga til ungdómsarbeiðið.