Stórur munur á hvussu nógv føroyingar arbeiða

Í Norðstreymoy og Norðoyggjum arbeiða fólk mest og í Sandoy og Suðuroy arbeiða fólk minst

Tað er rættiliga stórur munur á, hvussu stórur partur av fólkinum arbeiðir í teimum ymsu økjunum í landinum.

Tað er úrslitið av eini kanning, har Hagstovan hevur kannað vinnutíttleikan hjá føroyingum.

 

Vinnutíttleikin vísir, hvussu stórur partur av fólkinum í vinnuførum aldri, ella ímillum 15-74 ár, eru virkin á arbeiðsmarknaðinum.

Úrslitið er, at hjá monnum er vinnutíttleikin størstur í Norðstreymoy, har hann er 93 prosent, og Norðoyggjum, har hann er 91 prosent.

 

Hinvegin er vinnutíttleikin lægstur í Sandoy, har hann er 71 prosent og Suðuroy, har hann er 78 prosent.


 

Hjá kvinnum er vinnutíttleikin nakað javnari millum sýslurnar, Hann er hægstur í Vágum, har hann er 84 prosent og í Suðurstreymoy, har hann er 82 prosent.

Men eisini hjá kvinnunum er vinnutíttleikin lægstur í Suðuroy, har hann er 73 prosent og í Sandoy, har hann er 74 prosent.


Eftir fólkatalinum er Sandoy sostatt einasta øki í landinum, har fleiri kvinnur arbeiða enn menn. 

 

Størsti  munur millum kynini er í Norðstreymoy, har vinnutíttleikin hjá kvinnum er 93 prosent og hjá monnum er hann 77 prosent Hjá kvinnum er vinnutíttleikin javnast í Vágum , har hann er 84 prosent hjá báðum kynum.