Hóast veðurforsøgnin er heldur ivasom, so er fremsta nýggjársbygdin í Føroyum í gongd við fyrireikingarnar til stóra nýggjárshaldið.
Eitt av hugnaligu afturvendandi tiltøkum á nýggjárinum í Vági er ókeypis morgunmatur, har Nýggjársnevndin bjóðar bygdafólkinum og vitjandi til morgunmat.
Morgunmaturin verður í VB-húsinum og byrjað verður kl. 10. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Nýggjársnevndin.