Tað er nú greitt, at liðskiparin hjá TB, Rógvi Joensen, verður ikki at síggja á barndómsfelagnum næsta ár.
Vit her á in.fo hava leingi sett Rógva í samband við B36 og nú váttar TB á heimasíðuni, at nú er avgjørt, at Rógvi Joensen, sum er kendur fyri at renna nógv, skal spæla við B-36 næsta ár.
- Hóast sín unga aldur á 20 árum, hevur hann drúgvar royndir, tí hann hevur longu spælt yvir 100 dystir við besta liðnum hjá TB, so tað er ein stórur missur hjá liðnum.
- Hann var eisini ein av teimum mest leikandi í ár við 25 dystum í Effodeildini










