Stórur landsliðsfótbóltur verður á Rás2 í dag. Byrjað verður við fótbóltspanelinum klokkan 16.10, har m.a. André Olsen og Tróndur Arge verða við.
Aftaná tíðindasendingina klokkan 17 verða upptaktsprát, sum Heri Simonsen og Tróndur Arge hava gjørt, og spennandi vinningur verður burturlutaður. André Olsen fer at hava eitt panel á Tórsvølli við gomlu landsliðsspælarunum, Øssur Hansen og Hans Fróða Hansen.
Tróndur Arge fer at siga frá Føroyar-Norðurírland, og aftaná verður 3. hálvleikur á Rás2, sum hoyrist á FM 98.7, FM 88,7 og á www.midlar.fo
Til ber eisini at fylgja landsdystinum her á in.fo, og koma allar samrøður eisini út á in.fo seinni í kvøld.