Byrja verður klokkan 14:00 við postarenning. Eftir postarenningina bjóða ítróttarfeløgini øllum luttakarum at royna seg í ítróttagreinunum og frítíðarvirksemi. Kaffi, kaka og døgurði verður at fáa. Tey luttakandi eru: Eiðis bóltfelag, EB/Streymur, Eiðis róðrarfelag, Talvfelagið Rókur, Eiðis dartfelag, Dansifelagið á Látrinum, sløkkiliðið og bjargingarfelagið, hetta skrivar Eiðis kommuna.
Skráin fyri tiltakið er hendan:
- Klokkan 14:00 – Postarenning (7. flokkur skipar fyri)
- Klokkan 15:00 – Høvið at royna ítrótt og frítíðarvirksemi í kommununi. Sløkkiliðið og bjargingarfelagið sýna fram.
- Klokkan 16:45 – Føroyskur barnadansur
- Klokkan 17:00 – Døgurði við undirhaldi (Rógvi Gyklarin)Tiltakið er ókeypis.











