Stórur heiður til føroyskar fimleikarar

Nógvar heiðurslønir eru at vinna á hátíðarkvøldið fyri føroyskar fimleikarar

 

 

Nógvar heiðurslønir eru at vinna, tá ið føroyskir fimleikarar hava hátíðartiltak í Høllini á Stórheyggi í kvøld.  

Har fara eini 200 fólk í Føroyum, sum hava við fimleik at gera, at heiðra tey, sum hava skarað framúr í farna ári, við heiðursløn.

 

Og tey 200 fólkini, sum fara at heiðra tey bestu í føroysku fimleikaverðini, eru bæði íðkarar, heilt niður í 12 ár, dómarar, venjarar, nevndarlimir, heiðurslimir heilt upp í 80 ár, samskiparar, Fimleikasambandið, og annars onnur, sum hava tilknýtið til fimleik í Føroyum.

Ein av fyriskiparunum, Gunn Reginsdóttir Joensen, sum er á myndini, sigur, at hetta er fyrstu ferð, at tey, sum fáast við fimleik, taka stig til eitt slíkt hátíðartiltak, sum annars er væl kent frá bæði øðrum ítróttargreinum og tónleiki.

 

Tilnevningarnar hava verið og atkvøtt er, og í annaðkvøld verður so avdúkað, hvørji tey eru, sum hava skarað so framúr, at tey hava uppiborið heiðurløn.

Tilsamans eru einar 20 heiðurslønir at vinna og tey, sum skulu heiðrast, eru:

 

Í estetiskum fimleiki:

-Ársins seria

-Ársins drakt

-Ársins lið

-Ársins venjari

-Ársins dómari

 

Í amboðsfimleiki:

-Ársins slóðbrótari

-Ársins Element

-Ársins fimleikari

-Ársins venjari

-Ársins dómari

-Ársins stjørnuskot, har hvørt fimleikafelag velur ársins stjørnuskot í sínum felag, bæði í estetiskum fimleiki og í amboðsfimleiki.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Gunn Reginsdóttir Joensen, fyriskipara, og Boga Berg, hjálparfólk, greiða frá.