Stórur FA Cup dagur

Traditiónsríka steypakappingin sum fór av bakkastokki í gjárkvøldið, bjóðar í dag uppá fleiri spennandi uppgerðir

Exeter var í gjárkvøldið nær við at skapa eina sensatión móti Liverpool

Traditiónsríka enska steypakappingin, FA Cup, sum á hvørjum árið bjóðar uppá fleiri óvæntaði úrslit, fór í gjárkvøldið av bakkastokki.

 

Og longu í fyrsta dystinum kom fyrsta prógvið uppá, at tey minnu liðini kunnu arga tey størru. Exeter City sum dagliga spælir í fjórðbestu ensku deildini, tók á heimavølli móti Liverpool, sum er millum størstu feløgini í Onglandi. Dysturin endaði við 2-2 javnleiki, men báðu ferðirnar var heimaliðið Exeter á odda. Umdystur skal sostatt spælast á Anfield Road um gott og væl tíggju dagar.

 

Og í dag bjóðar FA Cup uppá fleiri spennandi uppgerðir. Sæð við Premier League brillum eru mest spennandi uppgerðirnar millum Arsenal-Sunderland, Norwich-Manchester City, Southampton-Crystal Palace og Watford-Newcastle. Tað eru alt uppgerðir millum lið sum dagliga spæla á sama støðið, og sum lættliga kunnu fara báðar vegir.

 

Manchester United skal eisini í eldin í dag, men teir mugu metast sum størri favorittar, tá teir á heimavølli taka ímóti Sheffield United, sum dagliga heldur til í triðbestu ensku deildini.


 

 

Dystirnir sum vera leiktir í FA Cup í dag eru hesir:

 

Wycombe – Aston Villa (Byrjar 12:45 og verður vístur á Kanal 6)

Arsenal-Sunderland (Byrjar 15:00 og verður vístur á Kanal 6)

Birmingham – Bournemouth

Brentford – Walsall

Bury – Bradford

Colchester – Charlton

Doncaster – Stoke

Eastleigh – Bolton

Everton – Dag & Red

Hartlepool – Derby

Huddersfield – Reading

Hull – Brighton

Leeds – Rotherdam

Middlesbrough – Burnley

Newport – Blackburn

Northampton – MK Dons

Norwich – Manchester City

Nottingham Forest – Queens Park Rangers

Peterborough – Preston

Sheffield Wednesday – Fulham

Watford – Newcastle

West Bromwich – Bristol City

West Ham – Wolves

Manchester United – Sheffield United (Byrjar 17:30 og verður vístur á Kanal 6)

Exeter var í gjárkvøldið nær við at skapa eina sensatión móti Liverpool

Exeter var í gjárkvøldið nær við at skapa eina sensatión móti Liverpool

Exeter var í gjárkvøldið nær við at skapa eina sensatión móti Liverpool

Exeter var í gjárkvøldið nær við at skapa eina sensatión móti Liverpool

Exeter var í gjárkvøldið nær við at skapa eina sensatión móti Liverpool