Stórur eftirspurningur eftir mat- og klædnahjálp

Síðan 2016 hevur Reyði Krossur bjóðað fíggjarliga sperdum familjum í Føroyum ókeypis barnaklæðir, og síðan 2020 hevur eisini borið til at fáa ókeypis mat.

Tørvurin á bæði mat- og klædnahjálp er týðiliga øktur hetta seinasta árið, og tilsamans eru 80 prosent fleiri umbønir móttiknar í fyrsta hálva ári í 2022 enn í fyrsta hálva ári í 2021.

 

Tveir triðingar av umbønunum um mat- og klædnahjálp koma frá húsarhaldum við einum uppihaldara. Vit hava eisini sæð, at í 2022 eru lutfalsliga fleiri, sum einans biðja um mat, í mun til undanfarin ár, harímillum bæði pensjonistar og barnafamiljur.

 

Øll, ið hava tørv á hjálp frá Mat- og Klædnahjálpini, kunnu seta seg beinleiðis í samband við tænastuna á 283670 ella klaednahjalpin(at)redcross.fo