Tað er fólkaatkvøða um kommunusamanlegging í Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum í dag. Fólkið skal taka støðu til, um kommunurnar skulu leggja saman á nýggjárini.
Tvøroyri hevur fleiri ferðir tikið stig til kommunusamanlegging, og í fyrireikingunum var sambandi við allar kommunurnar í oynni. Men áhugin var ikki so stórur og endaði við, at bara Hvalbiar og Tvøroyrar kommunur fóru víðari við ætlanini.
Í Suðuroyar eru 7 kommunur:
• Hvalbiar kommuna
• Tvøroyrar kommuna
• Fámjins kommuna
• Hovs kommuna
• Porkeris kommuna
• Vágs kommuna
• Sumbiar kommuna
Um fólkið á Tvøroyri og í Hvalba atkvøða fyri, so verða 6 kommunur í Suðuroy á nýggjárinum, tí so fara tey í felag at velja nýtt kommunustýrið á kommunuvalinum í november.
Sum skilst vænta tey greiðan meiriluta fyri á Tvøroyri. Í Hvalba siga tey tað vera eitt sindur meira ivasamt.
Talan er um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, men tað verður sagt fyri vist, at bæði kommunustýrini ætla at gera soleiðis, sum fólkið vil. Men fyri at tað skal gerast ein samanlegging, so skal meiriluti vera í báðum kommunum.
Soleiðis er fólkatalið í Hvalbiar og Tvøroyar kommunum:
Hvalbiar kommuna:
- Hvalba 568
- Sandvík 65
Tilsamans 633
Tvøroyrar kommuna:
- Froðba 270
- Trongisvágur 534
- Tvøroyri 865
- Ørðavík 25
- Ørðavíkslíð 57
Tilsamans: 1751
Tilsamans í samanlagdari kommunu 2384











