Stórur dagur í Skálavík í morgin

Fyrsta møti í dagførda Missiónshúsinum í Skálavík, sum verður í annaðkvøld klokkan 18, verður til heiðurs fyri Sólrun Christiansen, sum var primusmotorur her í 44 ár.

 

Tað verður ein stórur dagur í Skálavík í morgin. Tá letur Missiónshúsið í bygdini uppaftur, eftir at einki virksemi hevur verið her í longri tíð.

Húsið er sett í stand og dagført, og nú eru heilt aðrar umstøður her enn tær, ið vóru.

 

Nýggjur og góður køkur er komin í húsið, og køksrúmið er broytt. Aðrar broytingar eru eisini, sum gera húsið betur og hugnaligari, enn tað hevur verið í nógv ár.

Í morgin klokkan 18 verður fyrsta møti í húsinum eftir dagføringina, og tá fer Sólrun Chistiansen, sum hevði húsið undir hond í 44 ár, at sita í fremstu røð.

Nógvar góðar kreftir, bæði einstaklingar í bygdini og veitarar ymsastaðni úr landinum, hava lyft undir verkætlanina.

- Vit hava havt nógvar góðar stuðlar, bæði her í nærumhvørvinum og kring landið, og teimum takka vit hjartaliga, nú húsið verður latið uppaftur.

Tað sigur Martin Kúrberg, sum saman við konu síni, Herthu, og øðrum góðum fólkum hevur verið við til at samskipa verkætlanina at fáa Missiónshúsið dagført og latið uppaftur. 

- Nú húsið hevur fingið nýggjan køk, og gott pláss er á loftinum, ber eisini til eitt nú at leiga húsið út til bólkar, um so verður, heldur Martin Kúrberg fyri.

Nú fyrsta møtitiltak verður aftur í Missiónshúsinum í Skálavík í morgin, verða eingi møti í missiónshúsunum í Skopun og á Sandi, soleiðis at fólk, sum plaga at ganga á møti í hesum bygdum, ístaðin kunnu verða við í Skálavík.

 

Fólk koma eisini úr øðrum økjum í Føroyum til Skálavíkar í morgin at stuðla undir møtið.

 

- Eftir møtið verður drekkamunnur við køkum og kaffi, sigur Martin Kúrberg, sum leggur aftrat, at hetta fyrsta tiltakið í dagførda Missiónshúsinum í Skálavík verður til heiðurs fyri Sólrun Christiansen.

 

##med2##