Einki bleiv avgjørt í gjárt, tá tvær fyrru 1/8 finalur vóru í Champions League kappingini. Inter Milan vann 1-0 á heimavølli móti Atletico Madrid, meðan PSV og Borussia Dortmund deildu stigini.
PSV – Borussia Dortmund 1-1 (0-1)
0-1 Donyell Malen, 24
1-1 Luuk de Jong, 56 br
Tað var fyrrverandi PSV-spælarin, Donyell Malen, sum skoraði fyrsta málið í hesi uppgerðini. Í seinna hálvleiki javnaði stóri og sterki áleyparin hjá PSV, Luuk de Jung, upp á bortsspark. Hann er nú mest skorandi spælarin hjá PSV í Champions League samanhangi.
PSV: Benítez; Teze, Schouten, Boscagli (Obispo 90), Dest; Tillman, Veerman, Saibari (Mauro Júnior 83); Bakayoko, De Jong, Lozano (Pepi 75)
Dortmund: Meyer; Ryerson, Hummels, Schlotterbeck, Maatsen; Sabitzer, Can; Malen (Salih Özcan 82), Reus (Brandt 62), Sancho (Wolf 68); Füllkrug (Moukoko 82)
Inter Milan – Atletico Madrid 1-0 (0-0)
1-0 Marko Arnautović, 79
Heimaliðið hevði fleiri møguleikar at skora í hesi uppgerðini, men hvørki Lautaro Martínez ella innskifti Marko Arnautović kláraðu at umseta stóru málmøguleikarnar. Tað bleiv tó stóri áleyparin úr Eysturríki, sum avgjørdi alt, tá hann sendi ein retur í málið.
Inter: Sommer; Pavard, De Vrij, Bastoni; Darmian (Dumfries 69), Barella, Hakan Çalhanoğlu, Mkhitaryan (Frattesi 72), Dimarco (Augusto 69); Martínez (Alexis Sánchez 88), Thuram (Arnautović 46)
Atlético de Madrid: Oblak; Molina (Barrios 68), Witsel, Giménez (Savić 46), Hermoso (Reinildo 68), Lino; De Paul, Koke, Saúl (Morata 54); Griezmann (Correa 78), Llorente
Champions League 1/8:
RB Leipzig – Real Madrid 0-1
FCK – Manchester City 1-3
PSG – Real Sociedad 2-0
Lazio – Bayern Munchen 1-0
PSV – Borussia Dortmund 1-1
Inter Milan – Atletico Madrid 1-0
Napoli – FC Barcelona (21/2)
FC Porto – Arsenal (21/2)