Týsdagin 23. februar fyllir Hvíldaheimið 80 ár. Í hesum sambandi kemur út bók um søguna hjá Hvíldarheiminum árini 1936 til 2016, og rithøvundur til bókina er Hanna Absalonsen.
Sum nógvum kunnugt er søgan um Nainu eitt einastandandi dømi um, hvussu nógv kann fáast burturúr lítlum, um øll hjálpast at.
Upplýst verður, at Birna Mohr Joensen er sett sum fyristøðukvinna á Hvíldarheiminum frá 1. apríl. Hon avloysir Ásu Kiærbech Olsen, sum hevur verið leiðari seinastu 14 árini.
- Vit fara at hátíðarhalda sjálvandi dagin, og øll eru hjartaliga vælkomin á gátt frá klokkan 15-17 týsdagin 23. februar, siga tey á Naina.











