Tað verður stjórnarskifti í Noregi. Allar kanningar undan valinum hava boðað frá, at teir borgarligu fóru at vinna stjórnarvaldið frá Jens Stoltenberg og hansara samgongufeløgum, og nú meiri enn helmingurin av atkvøðunum eru taldar, vísa tølini, at 53,2% av norðmonnunum, sum hava verið á vali í dag, hava atkvøtt fyri andstøðuflokkunum. 41,2% hava atkvøtt fyri javnaðarflokkinum hjá Jens Stoltenberg og samgonguflokkum hansara.
Erna Solberg, formaðurin í høgra flokkinum, verður nýggjur forsætismálaráðharri. Um tað verður saman við framburðsflokkinum og einum miðflokki ella kanska báðum miðflokkunum og við framburðsflokkinum sum stuðulsflokki soleiðis, sum tað er kent í Danmark, tá ið vinstra og konservativu sótu við valdinum, er ikki greitt enn.
Erna Solberg hevur í valstríðnum sagt, at allir teir borgarligu flokkarnir skulu hava ávirkan á politikkin, sum nú verður myndaður. Tað er ein stór avbjóðing hjá henni at fáa kabalina at ganga upp, tí í valstríðnum hevur tað verið týðuligt, at borgarligu flokkarnir hava ikki felags stev um nógv annað, enn at nú er stundin komin at skifta stjórn. Jens Stoltenberg og samgongufelagar hansara hava sitið við stjórnarvaldinum síðani 2005.
Javnaðarflokkurin sær út til at fáa 54 limir í stórtinginum (-10), høgrI flokkurin er stóri vinnarin og fær 48 (+18), framburðsflokkurin 30 (-11), senterpartiet 10 (-1), kristiligi fólkaflokkurin 10 (0), vinstri 9 (+7), sosialistiski vinstriflokkurin 7 (-4) og teir grønu standa til at vinna ein umboðsvaldan tingmann.
Erna Solberg var stórliga fagnað, tá ið hon hitti floksfelagarnar. Tá ið hon hevði heilsað teimum, var boðskapur hennara:
Vit hava skrivað søgu. Borgarligu flokkarnir hava vunnið meiri sannførandi enn nakrantíð áður, og høgri flokkurin hevur rokkið besta valúrslitið í 28 ár. Vit hava arbeitt hart og miðvíst, og veljarin hevur í dag víst, at hann roknar við okkum. Nú er okkara setningur at fáa tað í lag, sum vit hava sagt í valstríðnum, at kappingarførið skal betrast, og at vælferðin skal verða størri í Noregi, enn hon hevur verið. Tað eru 23 ár síðani, at høgri flokkurin átti forsætismálaráðharran, sum vit nú hava vunnið aftur. Eg havi ynskt borgarligu floksformonnnum til lukku, og tað er saman við teimum flokkunum, at vit skulu føra borgarligan politikk, segði Erna Solberg, sum segði seg hava virðing fyri teimum, sum hava sitið við stjórnarvaldinum og nú fara í andstøðu. Ikki minst takkaði hon Jens Stoltenberg fyri hansara leiklut, sum hevur verið at savna tjóðina.
Erna Solberg segði einki um, hvørjir flokkar fara at mynda stjórnina, men hon segði, at floksformenninir í borgarligu flokkunum fara at seta seg saman at tingast um politikkin.
Jens Stoltenberg hevur ásannað, at samgongan hevur tapt, og at tað ikki eydnaðist honum og samgongufeløgunum at vinna fyri triðju ferð á rað.
-Vit hava loyvi at vera vónbrotin í kvøld. Eg ynski Ernu Solberg til lukku við sigrinum og takki henni fyri ein góðan valdyst á tignarligum støði, segði Jens Stoltenberg, sum legði aftrat, at luturin hjá javnaðarflokkinum, sum framvegis er størsti flokkur, nú verður at vera konstruktiv andstøða.
Stoltenberg fer frá, tá ið hann hevur lagt fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 fram.
Síggi fleiri myndir frá Polfoto úr Noreg í myndasavninum, VIÐ AT TRÝSTA HER









