Stórur áhugi legði trýst á servarar

Tað kom óvart á tey í Danmark, sum hýsa savninum av talgildu føroysku bløðnum, sum alment varð latið upp á Landsbókasavninum á móðurmálsdegnum mikudagin.

Tað kom óvart á tey í Danmark, sum hýsa savninum av talgildu føroysku bløðnum, sum alment varð latið upp á Landsbókasavninum á móðurmálsdegnum mikudagin.

 

Tað var so nógv ferðsla á netinum hjá Infomedia, sum hýsir savninum fyri Landsbókasavnið, at tað voldi trupulleikar, sum brúkarar sóu sum blonk øki á síðunum, har tað ikki bar til at lesa, og at leitiskipaninin ikki alla tíðina virkaði, sum hon skuldi.

 

Erling Kjærbo á Landsbókasavninum, sum er verkætlanarleiðari á hesum talgilda savni av føroysku bløðunum sigur, at veitarin í Danmark mátti geva meira servarapláss til savnið, tí trýstið var so stórt, bæði úr Føroyum, men eisini uttanlands.

 

– Vit hava ikki dagførd tøl yvir vitjanir og annað enn. Men tey tølini fáa vit í næstum, sigur hann.

 

Erling Kjærbo sigur frá teimum á Infomedia, at tey undrast á stóra áhugan, sum føroyingar hava fyri hesum savni. Hesum høvdu tey als ikki roknað við.

 

– Men vit høvdu roknað við tí og hava sagt frá, men tað hava tey so ikki tikið í nóg stórum álvara, sigur Erling Kjærbo.

 

Savnið eitur Tíðarrit, og kann lesast á slóðini tidarrit.fo

 

Í savninum eru at kalla øll bløð frá fyrsta blaðnum, Færingetidende í 1852 og fram til og við 1999.

 

TRÝST HER fyri at síggja Sosialin 23. november 1963.