Stórur áhugi fyri trolbøting í Skopun

- Undirtøkan var góð, og skeiðið var fullsett eftir fáum tímum, siga tey í Skopunar kommunu

Í gjár klokkan 15 byrjaði skeiðið í bøting av troli og spleysing í Skopun. 

 

- Undirtøkan var góð, og skeiðið var fullsett eftir fáum tímum, siga tey í Skopunar kommunu.

 

Tað vóru Johnny Vestergaard, Schønning Hentze og Friðfinn Nicolajsen, sum stóðu fyri hugskotinum um trolbøting og spleysing.

 

- Eisini komu Petur Hans og Ólavur á gátt. Teir spardu seg ikki, men tóku gleðiliga eina hond í við teimum ungu. 

 

Tiltakið byrjaði í Skopunar skúla, har luttakararnir fingu undirvísing á stórskíggja.

 

##med2##

 

- Síðan varð farið niðan í hølini hjá Skopunar Sløkkiliði at bøta og speysa.

 

Sagt verður úr Skopun, at her vóru menn í øllum aldri, og vóru teir allir líka ágrýtnir at læra frá sær. 

 

- Í steðginum bjóðaði Skopunar kommuna kaffi, te og okkurt gott undir góman, verður lagt aftrat.

 

##med3##