Stórur áhugi fyri Dungasandi

Tey, sum standa aftan fyri country-og bluesfestivalin í Sørvági, hava longu avdúkað fýra nøvn.

Sørvágs Country-og Bluesfestivalur verður í døgunum, 13. og 14. juni í ár og Maria Samson, ein av fyriskiparunum, sigur, at tey eru sera spent eftir at síggja, hvussu hesin triði festivalurin fer at roynast.

 

- Vit kunnu siga, at triðja árið kanska er eitt sindur avgerandi, og vit hava góðar vónir um, at festivalurin, sum verður í summar, fer at eydnast minst líka so væl sum hinir báðir undanfarnu.

 

Hon vísir á, at tey, sum standa aftan fyri Sørvágs Country-og Bluesfestival, eru sera væl nøgd við tann áhuga og ta undirtøku, sum festivalarnir í Sørvági higartil hava fingið.

 

- Í fjør varð kampingplássið tvífaldað í stødd, soleiðis at pláss var fyri umleið 60 vognum, men hóast hetta gjørdist kampingplássið fullsett, og eftirspurningur var eftir enn fleiri plássum.

 

Maria Samson sigur, at tey fara at miðja eftir, at umstøður verða skaptar til enn fleiri pláss í ár, men enn kann hon ikki siga, at hetta fer at eydnast.

 

- Áhugin fyri Sørvágs Country-og Bluesfestivali vísir seg at vera rættiliga stórur í ár, og longu nú eru nógv atgongumerki seld. Vit høvdu eitt serstakt tilboð, sum var galdandi fram til árslok, og nógv hava tikið hetta tilboð til sín og hava keypt sær atgongumerki.

 

Longu nú hava tey, sum standa aftan fyri Sørvágs Country-og Bluesfestival, avdúkað fýra nøvn, sum fara at luttaka.

 

- Talan er um trý føroysk nøvn og eitt útlendskt. Føroysku nøvnini eru Hallur Joensen, Magni Christiansen og bólkurin Flamma, sum fer at leggja seg eftir at framføra eina serstaka skrá við countryløgum hjá ymiskum countrysangarinnum gjøgnum tíðirnar.

 

Maria Samson sigur, at útlendska navnið er ein rættiliga kendur countrysangari úr Hálandi, Dick Van Altena, sum ikki bara er kendur í sínum heimlandi, men eisini í grannalondunum.

 

- Jú, vit eru sera sent. Vit hava lært nógv av teimum undanfarnu festivalunum, og ivast onga løtu í, at vit fara at megna at gera tað enn betri hesaferð, sigur hon.