Í ár er met stórur áhugi fyri at taka eina hægri útbúgving í Danmark, har eisini fleiri føroyingar leita sær fyri at fáa hægri lesnað.
Politiken skrivar, at 91.231 hava í ár søkt um at sleppa á ein hægri lærustovn.
Áhugin fyri at gerast sjúkrasystur er vaksin mest. Heili 18 prosent fleiri umsóknir eru komnar í ár, sigur Politiken.
Samstundis vísa hagtølini, at færri og færri hava áhuga í at læra til lærara. Í ár eru tað 16 prosent færri umsóknir.
Hetta veit Politiken í dag.










