Stóru timburhandlarnir aftur metgott úrslit

Aftur í fjør settu teir báðir stóru føroysku veitararnir av byggitilfari, Bygma Balslev og Borg, met í úrtøku.

Tað skrivar Business-Line, bl.fo, í dag.

 

Bruttoavlopið hjá P/F Bygma Balslev kom í fjør upp á slakar 65 milliónir krónur, sum er ein framgongd upp á hálvaaðru mió kr í mun til undanfarna ár.

 

Úrslitið niðast á botnlinjuni eftir skatt gjørdist 23,6 milliónir krónur, sum er ein framgongd uppá 1,3 milliónir krónur í mun til 2020 og eisini metgott í søgu felagsins. Úrslitið hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini og er tvífaldað í mun til 2017 tá 12,7 mió kr lógu eftir á niðastu linju.

 

Sí gongdina og vinnuskránna hjá P/F Bygma Balslevher

 

P/F Borg eisini metgott úrslit í fjør

 

Bruttoavlopið hjá P/F Borg kom í fjør upp á 53,7 milliónir krónur, ið ein framgongd á sama støði sum kappingarneytin. Úrslitið eftir skatt gjørdist 12,5 milliónir krónur, sum er ein framgongd upp á 1,3 milliónir krónur, júst tann sama sum hjá stóra kappingarneytanum í Hoyvík. Hetta er eisini metgott úrslit hjá P/F Borg.

 

Sí gongdina og vinnuskránna hjá P/F Borg her