Stóru menninir eru tøkir

Tað verður neyðugt við nýggjum vongverja í vinstru ímóti Moldova

Tað var um reppið, at Jóan Símun Edmundsson legði Føroyar á odda og varð fyrsti málskjútti í hesi undankappingini ímóti Danmark. Men bólturin brast í tvørtræið, tá ið Jóan Símun royndi seg við stútara

Mikukvøldið var tað ímóti Ísrael heilt niður í dalin, og í kvøld var tað heilt upp á toppin ímóti Danmark.

 

Týskvøldið verður Moldova gestur á Tórsvølli. Tá ið Moldova 25. mars átti heimavøll ímóti Føroyum, var úrslitið 1-1. Sjey minuttir undan leikloki javnaði Meinhard E. Olsen til 1-1, eftir at Moldova longu í níggjunda minutti setti hol á.

 

Undan dystinum í kvøld var møguleiki fyri, at fleiri av stuðulsspælarunum fóru at verða leikbannaðir týskvøldið ímóti Moldova. Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson høvdu allir gult kort á kontuni. Um teir í kvøld sóu gult, so bar tað leikbann við sær týskvøldið. Eingin teirra sá gula kortið í kvøld, og tí er møguleiki fyri, at teir allir tríggir vera við ímóti Moldova.

 

Longu í 51. minutti vísti kroatiski dómarin Fran Jocić føroyska málverjanum gula kortið. Teitur Matras Gestsson sá gult, tí dómarin helt, at hann døllaði sær ov nógv.

 

René S. Joensen sá gult í 60. minutti og aftur í 84. minutti, og harvið varð hann vístur av vølli. Tí er hann leikbannaður týskvøldið. Tað vil siga, at í hvussu so er ein maður verður skiftur út, tá ið Føroyar og Moldova fara at spæla týskvøldið.

 

Moldova tapti í kvøld 1-0 á útivølli ímóti Skotlandi.

 

Tað var um reppið, at Jóan Símun Edmundsson legði Føroyar á odda og varð fyrsti málskjútti í hesi undankappingini ímóti Danmark. Men bólturin brast í tvørtræið, tá ið Jóan Símun royndi seg við stútara