Stóru kommunurnar vaksa

Fólkatalið í øllum teimum størstu kommununum er vaksið seinasta árið

Tórshavnar kommuna er nógv størsta kommuna í landinum, og har er fólkatalið nú farið upp um 20.000 fólk. Frá 1. oktober í fjør til 30. september í ár vaks fólkatalið í Tórshavnar kommunu við 358 fólkum og var 20.180. Hetta er vøkstur á 1,8 prosent.

Klaksvíkar kommuna vaks við 52 fólkum í sama tíðarskeiði. 30. september búðu 4.905 fólk í Klaksvíkar kommunu, og tað er 1,1 prosent meira enn fyri einum ári síðani.

Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum, og har búðu 3.784 fólk seinasta dagin í september. Tað er 1 prosent meira enn fyri einum ári síðani – vøksturin er 36 fólk.

Eysturkommuna lendi 30. september á júst 2.000 íbúgvum. Hetta er heili 4,3 prosent meira enn fyri einum ári síðani. Vøksturin var 83 fólk.