Valkvøldið bjóðaði Steinar bastesen og hansara flokkur Strandaflokkurin til eitt veitslukvøld.
? Vit skulu halda veitslu óansæð hvussu gongur við valinum, segði Steinar Bastesen tíðliga valkvøldið. Bastesen og hansara viðhaldsfólk møttust í Bodø og til matna fingu tey sjálvandi turran fisk og turt stórhvalatvøst.
? Eg eri til sølu, sigur Steinar Bastesen. Hann bjóðar tí sum kemur við hægsta boðnum sína atkvøðu í Stórtinginum.
Steinar Bastesen sigur at hann ivast ikki í at orsøkin til sína framgongd, er tann politikkurin sum Arbeiðaraflokkurin, Framsóknarflokkurin og Høgri hava ført.
? Fólk síggja at politikkararnir føra ein politikk sum ger at vit noyðast at flyta fra útjaðarunum, sigur Steinar Bastesen, og leggur afturat.
? Nú er uppá tíðina at vit fara undir aftur at útflyta stórhvalatvøst og spik.