Víkingur hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur longt sáttmálan við Olaf Bárðarson. 18 ára gamli vongurin fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot farna kappingarár.
- 18 ára gamli Olaf Bárðarson hevur gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við Víking. Hóast sín unga aldur, so hevur Olaf longu leikt 35 dystir í Betri deildini, umframt fleiri U-landsdystir, skrivar Víkingur.
Hann er ein av fleiri ungum spælarum, sum vísa seg fram í Víkingi í løtuni.











