TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Ríkin N. Djurhuus gjørdi á Rás2 við Hjalta Mohr Jacobsen hjá Kyndli, aftaná 21-21 javnleikin hjá kyndilsmonnum ímóti VÍF í Vestmanna fyrr í dag.
Hjalti er sera vónbrotin um, at Kyndil misti eitt týðandi stig ímóti dystarenda, aftaná eina góða byrjan, har Kyndil førdi við fleiri málum størsta partin av dystinum.