Stórt vinnutiltak verður í Leirvík

- Vilt tú á marknaðin skjótast gjørligt við nýskapandi tænastu ella vøru?

- Vilt tú á marknaðin skjótast gjørligt við nýskapandi tænastu ella vøru? Á skeiðnum, sum verður rópt Vinnustimbran, fært tú íblástur og ítøkilig amboð at arbeiða við fyri at koma fram á leið.

 

Tað siga tey, sum skipa fyri vinnudøgum í Eysturkommunu, 24. og 25. apríl.  

 

Hin fyrri dagurin verður skipaður sum skeiðsdagur, og seinna dagin verður almennur vinnufundur við kunning um viðkomandi rák og útlit.

 

- Fyrri dagurin ber heitið Vinnustimbran og hevur til endamáls at stimbra menning av nýskapandi vørum, tænastum og verkætlanum. Bæði vinnufyritøkur og einstaklingar eru vælkomin at luttaka á skeiðnum, sum er ókeypis.

Tey, sum skipa fyri, siga, at hin einstaki luttakarin fer at fáa eina betri fatan av, hvat krevst fyri at fáa eitt nýskapandi hugskot at eydnast í vinnuligum høpi.

 

- Skeiðsluttakarar fara at arbeiða við ítøkiligum ætlanum fyri at fáa teirra hugskot út á marknaðin. Á skeiðnum fara vinnulívsfólk at geva íblástur við grundarlagi í egnum royndum.

 

Tey, sum fara at siga frá á vinnudøgunum í Eysturkommunu, verða: Árni G. Olsen, marknaðarleiðari, Bakkafrost (Hvussu er føroyskur laksur marknaðarførdur?), Heri Schwartz Jacobsen, stovnari av Defined Energy (Hvussu hava vit samstarvað í mun til tøkniførleikar?), Bogi Jacobsen, stjóri, Varðanum Pelagic (Hvussu bleiv Varðin Pelagic framleiðsluklárt eftir hálvum øðrum ári?), Eirikur á Húsamørk, stjóri, Faroe Marine Products (Hvussu hava vit fíggjað okkara stovnan og vøkstur?) og Magni Arge, ráðgevi og fyrrverandi stjóri í Atlantic Airways (Hvussu fingu vit Clinton og Capitol Hill oman á Vaglið?).

 

Ólavur Gregersen, stjóri á ráðgevingarfyritøkuni Syntesa, fer eisini at hava stytri framløgur um marknaðarføring, førleikamenning, framleiðslustýring og fíggingarmøguleikar.

 

Tað er eisini Syntesa, sum veitir vegleiðing til luttakarar í mun til at gera ítøkiligar ætlanir á skeiðnum. 


- Vinnustimbran verður á Bátasavninum í Leirvík hósdagin 24. apríl. Tiltakið er ókeypis, men luttakaratalið er avmarkað og neyðugt er at tekna seg frammanundan, siga stigtakararnir til vinnudagarnar í Eysturkommunu.