Stórt spell fyri alt Føroya fólk

Upp á nógvar mátar, er nýggja nólsoyarferjan eitt serstakt skip og tí er tað spell, at tað dettur niðurfyri, siga teir, sum projekteraðu hana

Nýggja nólsoyarferjan er eitt sera spennandi projekt, sum ikki átti at dottið niðurfyri.

 

Tað halda teir báðir, Marni Olsen og Thormund Johannesen á Føroyadeildini hjá Knud E Hansen, sum projekteraðu nýggju nólsoyarferjuna

 

Teir siga, at talan er um eina ferju, sum er serstøk upp á nógvar mátar. Og tá er tað serliga framdriftina, teir hugsað um

 

Framdriftin er bæði við dieselmotori og við elorku, við eini battarískipan, sum kann løðast við streymi av landi og frá dieselmotorunum.

 

Alt eftir um framleiðslan frá dieselmotorunum er størri ella minni enn tørvurin er, kunnu battaríini verða lødd ella geva ískoyti.

 

- Til ber eisini, í styttri tíðarskeið, at sigla bara við battaríum, til dømis inn og út av havn, meðan dieselmotorarnir einans ganga tvørtur um fjørðin. Eisini kann hugsast, at ferjan á morgni, tá ið battaríini eru fult lødd, kann sigla ein heilan túr, uttan at dieselmotorarnir verða settir í gongd, siga teir báðir.

 

- Vísur battarískipanin seg at rigga væl, ber til at seta fleiri battarí í, heldur enn at skifta dieselmotorar, so hvørt tørvur verður á tí.

 

- Tá eru battaríini óivað bæði bíligari og betri enn í dag, og SEV-netið er helst  so væl útbygt, at skipið um fær løtt battaríini um náttina við bíligum streymi úr vatn ella vindorku, og harumframt fær løtt skjótari millum túrar um dagin.

 

- At henda ferjan ikki verður bygd, er tískil ikki bara spell fyri nólsoyingar, men eisini fyri tað grønu verkætlanina, og harvið alt tað føroyska fólkið, siga Marni Olsen og Thormund Johannesen

 

- Tí hóast vit á landi eru á rættari kós frá olju til varandi orkukeldur, eru skipini tó størsta avbjóðingin hvat útláti viðvíkur, og har tykist ongin almenn ætlan at vera.

 

- Kanska tað almenna, ígjøgnum ferjur hjá Strandferðsluni, kundi skunda undir ein grønan orkupolitikk til havs.

 

Teir báir meta, at í framtíðini er tað væl hugsandi, at ferjur og útróðrarbáta verða rikin við el-orku burturav, meðan skip, sum eru longri úti at gangin, kunnu nýta battarískipanir.

 

- Eisini kann hugsast, at størri skip einans lata dieselmotorarnar ganga til havs, men sigla inn og út av havn við battarímegi eina.

 

- Hetta kann, umframt at minka um útlátið, eisini ganga veksandi atfinningum um dálking og larm í havnarbýum á møti.

 

 

Trýst HER og les meiri um, hvat Marni Olsen og Thormund Johannesen halda um nýggju nólsoyarferjuna, og ætlanina at útseta hana

 

 

- Við norðurlendsku umhvørvisvirðislønini hevur SEV prógvað, at vit føroyingar kunnu ganga undan á landi, og vit halda, at føroyingar eins væl eru førir fyri at ganga undan í grønorkuspurningum til havs, siga Marni Olsen og Thormund Johannesen.

 

Tí halda teir, at nólsoyarferjan er eitt sera spennandi prosjekt, sum ikki átti at dottið niðurfyri.