Stórt rós til Vága Floghavn og Atlantic

- Alt í alt er Vága Floghavn og Atlantic Airways ljósár frammanfyri nógv størri floghavnir í útlondum.

Í Vikublaðnum, sum verður borið í hvørt hús mánadagin, hevur Bjarne Juul Pedersen eina frásøgn við myndum um ferð, sum Heilafelagið gjørdi í summar við limum í felagnum sum bera brek.

 

Hann vísir á, at tað var í 2014, at felagið tók avgerð um at brúka Atlantic Airways og Vága Floghavn til hesa ferð, tí nú vildi felagið royna nýggja terminalin eftir nógvu negativu skrivingina, sum verið hevði, tá terminalurin læt upp.

 

- Sagt hevði verið, at terminalurin ikki kundi brúkast til nakað sum helst, tá hugsað verður um koyristólar og illa gangandi persónar. Hetta fekk meg at kanna, um tað bar til at ferðast við Heilafelagnum úr Vága Floghavn.

 

Bjarne Juul Pedersen vísir á, at Heilafelagið fór við seks koyristólsbrúkarum til flogvøllin fyri at royna lyftuna til koyristólarnar. Hann sigur, at hetta  gekk nógv betri enn væntað, og hetta við at fólk ikki tordu at fara i lyftuna, var so slett eingin trupulleiki.

 

- Tá vit komu til Aalborg Lufthavn, vóru fólk frá Falk klár at fáa fólkini hjá okkum úr flogfarinum. Hetta var uttan nakra lyftu - ja, sera vánaligar umstøður, men teir gjørdu sítt besta og fingu bugserað fólkini hjá okkum niður gjøgnum trappurnar.

 

Niðurstøðan hjá Bjarna Juul Pedersen um Vága Floghavn og Atlantic Airways er sólarklár:

 

- Alt í alt er Vága Floghavn og Atlantic Airways ljósár frammanfyri nógv størri floghavnir í útlondum. So, allur kritikkur av okkara floghavn og tjóðarflogfelag var eftir mínum tykki ikki rættvísur, tá terminalurin varð innvígaður, sigur hann.

 

Øll frásøgnin við myndum kann lesast í Vikublaðnum, sum verður borið í hvørt hús seinnapartin í morgin.