Sonni Ragnar Nattestad byrjaði í kvøld inni fyri fyrstu ferð í Superliguni. Hóast FC Midtjylland tapti fyri Brøndby, so fær føroyski miðverjin nógv rós frá donsku miðlunum.
Á TV3+ segði frásøgumaðurin, at tað var “en fornøjelse” at fylgja Sonna Ragnar í fyrsta dystinum frá byrjan. Hann undraðist eisini á, at ein spælari sum í fjør spældi í næstbestu deildini í Føroyum, kann spæla so væl í einum toppdysti í Superliguni.
Teir samanbóru eisini Sonna Ragnar við Mathias “Zanka” Jørensen, sum er danskur miðverji, ið spælir við hollendska PSV.Teir løgdu eisini afturat, at Sonni Ragnar spældi sum ein spælari, ið trýr upp á síni egnu evnir – at hann spælir við sjálvsáliti.
Brøndby vann dystin 1-0 og liggur nú ájvant FCK á triðja plássi. FC Midtjylland er framvegis oddalið.