Tað skrivar hondbóltsfelagið á Strondum, Stíf.
Høllin bleiv sløkt og ultraviolett (UV)-ljós fingu bólt, mál, strikur og leikarar til at lýsa. Ein festligur máti at spæla hondbólt og at enda hetta kappingarárið við. Børn, ung og vaksin hugnaðu sær saman.
Á leið 160 leikarar vóru við, býttir á 26 lið frá U8-U16. 26 venjarar vóru og tveir dómarar hildu væl skil á.
Nógvar fyrireikingar skulu tit fyri at kunna halda eitt so stórt tiltak. Nakrar av uppgávunumvóru at klistra neontape á vøll og mál, seta ultraviolett (UV)-ljós upp í loftið í høllini, halda skil á øllum liðunum í hálvmyrkri, døming, seta lið, gera kaffi, døgurða, vaska upp og rudda.
Ein DJ´ari var til tiltakið, sum við fangandi tónleiki og effektum setti sín festliga dám á tiltakið.
Øll foreldur fingið bjóðað kaffi og kaku, og øll vóru sjálvandi vælkomin at hyggja eftir øllum liðunum.
Aldursbólkarnir fingu døgurða í kaféteriuni, tá tey vóru liðug at spæla. Foreldrini í ymisku árgangunum skipaðu hetta sera væl og ruddaðu og vaskaðu upp eftir hvønn árgang.
Stigtakar til tiltakið vóru Alexandur Johansen, Guðrun Ólavsdóttir og Sólvá í Selvindi.
Nevndin í StÍF takkar fyriskiparunum og øllum teimum sjálvbondu fyri eitt megnar arbeiði henda dagin, uttan tykkum var einki tiltak, og uttan tykkum var einki StÍF!
Hjartans takk!
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##me16d##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##


































