Stórt mannfall í Sundalagnum

Tríggir lyklaspælarar eru ikki tøkir, tá ið EB/Streymur í kvøld fer at spæla á heimavølli í europeisku meistarakappingini.

Klokkan 19 í kvøld fer EB/Streymur at siga farvæl við europeisku meistarakappingina – í hvussu so er á hesum sinni. Nú skal dysturin í kvøld ímóti Dinamo Tbilsi sjálvandi spælast, og frá føroyskari síðu verður sjálvandi vónað, at tað fer at gangast føroyameistarunum væl. Men tað er eingin, sum roknar við, at EBStreymur fer at megna at taka plássið í triðja innleiðandi umfarinum frá georgiska liðnum. Í Tbilsi vann Dinamo 6-1. Tað vil siga, at EB/Streymur skal í hvussu so er vinna 5-0 í kvøld, um tað skal eydnast at sleppa víðari í næsta umfarið!

 

 

Síðsta fríggjadag varð lutur kastaður um, hvussu liðini skulu hittast í triðja umfari. Tað verður ikki smávegis mótstøðu, sum samantaldi vinnarin av EB/Streymi og Dinamo Tbilsi fer at hitta. Talan verður um samantalda vinnaran millum Steua úr Bukarest í Rumenia og Vardar úr Makedonia. Seinni dysturin verður í Makedonia í kvøld. Í sínum heimadysti vann rumenska liðið 3-0, og harvið eru tað Dinamo Tbilsi og Steua Buarest, sum eru stórfavorittar at spæla um rættin at halda fram í kappingini.

 

 

Hjá EB/Streymi var tað strika í rokningini, at Egil á Bø og Hans Pauli Samuelsen ikki vóru við í Georgia. Hans Pauli Samuelsen er tøkur aftur, men tað er Egil á Bø ikki. Í kvøld er tað smeitur, at bæði miðverjin Marni Djurhuus, sum var liðformaður fyri viku síðani, og verjukendi miðvallarin Arnar Dam eru leikbannaðir, tí teir hava tvey gul kort á kontuni.

Sannlíkt er tað, at 17 ára gamli Jóhannes Hansen, sum í ár hevur verið við í fimm dystum, fer at fáa møguleikan á øðrum vongverjanum, og at Gert Hansen verður miðverji saman við Dánjali Davidsen. Liðið fer tískil at síggja soleiðis út: René Tórgarð – Rógvi E. Nielsen, Gert Hansen, Dánjal Davidsen, Jóhannes Hansen – Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Niels Pauli Danielsen – Arnbjørn Hansen.

 

Dómarabólkurin er úr Wales, og tað verður Simon Lee Evans, sum klokkan 19 fer at brísla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli.