Stórt mannfall í býnum Bakhmut

Umleið 60 prosent av Bakhmut er oyðilagdur av hørðu bardøgunum, sum eru og hava verið um býin.

Ukrainski herurin sigur í morgun, at teirra herdeildir hava beint fyri 800 russiskum hermonnum seinasta samdøgrið.

 

Reuters veit at siga, at tað serliga er í Donbass-regiónini, at russiski herurin skal hava mist nógv fólk. 

 

Tað er serliga í býnum Bakhmut har eysturi í landinum, at bardagarnir hava verið harðir seinastu vikurnar.

 

Russar hava leingi roynt at tikið býin, men ukrainski herurin hevur staðið ímóti.

 

CNN veit at siga, at umleið 60 prosent av Bakhmut er oyðilagdur av hørðu bardøgunum, sum eru og hava verið um býin.

 

Í býnum búðu stívliga 70.000 fólk, áðrenn Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í ár. Nú er stórur partur av fólkinum, sum búðu í Bakhmut, flýddur úr býnum, tí her er ikki verandi.

 

##med2##